Tíðindi

18. juni 2019

Undirvísingarstýrið fingið heimasíðu

Bygnaðarbroytingar eru nýliga framdar í Mentamálaráðnum, og Undirvísingarstýrið er nú skipað sum ein eind undir Mentamálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær burturav av rakstrarliga partinum av skúlaverkinum, og hetta hevur nú sjónligar broytingar við sær.

Mentamálaráðið flutti fyrst í juni úr Hoyvíksvegi 72 oman á Tinghúsveg 7.  Undirvísingarstýrið er framvegis á Hoyvíksvegi 72, og Studni, ið er partur av Undirvísingarstýrinum, flytur inn fyrst í juli mánaði.

Undirvísingarstýrið hevur nú fingið egna heimasíðu: www.undirvising.fo, og verður heimasíða Mentamálaráðsins lagað til bygnaðarbroytingarnar.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum sigur, at heimasíðan fyrst og fremst vendir sær til teirra, ið Undirvísingarstýrið skal veita eina tænastu, eitt nú skúlaleiðslur, lærarar og onnur starvsfólk í skúlaverkinum, umframt at vera eitt sambindingarlið millum tey.

Tað er fyritøkan Qodio, ið hevur sniðgivið og ment heimasíðuna.


02. juni 2026
Skúlastjóri í Sørvági
26. mai 2026
Deildarleiðari at standa á odda fyri Sernámi
26. mai 2026
Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman
22. mai 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar