Deildarleiðari
Vilt tú gerast partur av leiðsluni í Undirvísingarstýrinum?
Vit leita eftir einum leiðara, sum kann standa á odda fyri nýggju deildini Utbúgving, dygd og tænastur. Ert tú ein fakliga sterkur leiðari, ið leggur dent á strategi, menning og samskapan? So er hetta helst nakað fyri teg.
Undirvísingarstýrið er skipað við eini fyrisitingardeild undir leiðslu av stjóranum. Síðan eru tvær deildir, ein fyri KT, talgilding og menning og ein fyri Útbúgvingar, dygd og tænastur. Tú kemur at standa á odda fyri deildini fyri Útbúgving, dygd og tænastur.
Tíni ábyrgdarøki vera:
· Útbúgvingar, sum Undivísingarstýrið varðar av. Tað vil siga fólkaskúli, mið- og vinnuskúlar, eftirskúlar og háskúlar
· Dygd, sum fevnir um at menna dygdarskipanir til Undivísingarstýrið, avvarðandi skúlar og útbúgvingarstovnar
· Tænastur til borgarar, sum Undirvísingarstýrið røkir. Serliga í mun til lestrarstuðul, førleikameting og vegleiðing. Harumframt skal tryggjast, at vit altíð hava eitt høgt tænastustig.
Í Undirvísingarstýrinum arbeiða vit serliga í toymum, sum eru skipað eftir sjálvstýrandi meginreglum. Hetta merkir stóra ábyrgd og stórt frælsi hjá toyminum at leggja arbeiðið til rættis.
Sum leiðari skalt tú hava gott yvirlit, megna at stuðla undir arbeiðstilgongdir og mannagongdir í toymunum. Tín týdningarmesta uppgáva verður at geva íblástur, ráðgeva og stuðla toymunum og vera við til at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv
Tú hevur útbúgving á kandidat-, masterstigi ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir, sum kann javnmetast við hetta. Tað kann vera ein fyrimunir, um tú hevur leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving.
Harumframt vænta vit:
· at tú megnar at leiða við visiónum og geva íblástur til starvsfólk og samstarvspartar
· at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini í senn
· at tú ert fús/-ur at taka neyðug tøk og tryggja, at vit koma á mál
· at tú hevur gott innlit í útbúgvingarskipanina
· at tú kennir teg trygga/-an við at lata ábyrgd frá tær, og at tú stuðlar mennandi toymistilgongdum
· at tú í verki megnar at arbeiða miðvíst og tænastusinnað
Setanarviðurskifti
Tú kemur at vera partur av leiðslutoyminum í Undirvísingarstýrinum, ið er mannað við stjóranum og báðum deildarleiðarunum. Starvið er lønt sum deildarleiðari 3 eftir AkF sáttmálanum ella samsvarandi. Starvið verður sett frá 1. august 2024.
Umsókn
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 27. mai 2024 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra, tlf. 555045
Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólka-, miðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikkskúlaskipanin og Vegleiðingarstovan partar av stýrinum. Undirvísingarstýrið stendur fyri menningini av Kervi+ og Skúlanet. Í Undirvísingarstýrinum starvast 31 fólk