KT-ráðgevi
Vit leita eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki, sum verður partur av kt-deildini í Undirvísingarstýrinum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Umsøkjarin skal duga at veita góða tænastu, vera álítandi og støðugur. Starvið fevnir bæði um tøkniliga vegleiðing og vegleiðing í fakskipanum sum t.d. Office365, Kervi+ og Unilogin.
Arbeiðsøkið fevnir um:
· at veita útbúgvingarstovnum kt-ráðgeving og hjálp
· at hava tætt samband og samstarv við skúlar
· at vegleiða í nýtslufakskipanum o.ø.
· at veita skúlum ráðgeving innan kt-nýtslu
· at halda seg dagførdan innanfyri virkisøkið
Vit leita eftir einum persóni, sum:
· hevur viðkomandi útbúgving og royndir frá til dømis fólkaskúla ella miðnámsskúla
· dugir væl at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt
· er tænastusinnaður og hevur góðar samskiftisførleikar
· er fúsur at seta seg inn í nýggjar kt-skipanir
Tað er ein fyrimunir, um umsøkjarin hevur royndir við at veita kt-ráðgeving, -vegleiðing og -hjálp.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við møguleika fyri førleikamenning innanfyri fakið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan frá 1. august 2024.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum og C.V. skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi Mánadagin 27. mai 2024 kl. 12.00. Vinarliga tilskila á umsóknina: “kt-ráðgevi”.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Andreas Simonsen, verkætlanarleiðara, tel: 555176.
Kt-hjálpin
Kt-deildin í Undirvísingarstýrinum er sett á stovn fyri at veita kt-loysnir og -tænastur til allan undirvísingargeiran í Føroyum. Í kt-deildini arbeiða í løtuni 18 starvsfólk, sum taka sær av verkætlanarleiðlsu, kt-menning, kt-rakstri og kt-hjálp. Kt-hjálpin er partur av Kt-deildini, og tú kemur at arbeiða í einum toymi saman við øðrum kt-ráðgevum úr Námi og Undirvísingarstýrinum, sum veita didaktiska og fakliga kt-hjálp til alt undirvísingarverkið.