Fulltrúi til fólkaskúlaøkið

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning, leiðslumenning og brennir tú fyri skúlaviðurskiftum í fólkaskúlanum? So hevur tú møguleika at søkja starv sum fulltrúi til fólkaskúlaøkið.

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum. Tú verður partur av fólkaskúlatoyminum í Undirvísingarstýrinum, sum hevur sum meginuppgávu at starvast við fyrisiting av fólkaskúlanum, frískúlum, sernámsfrøðiliga økinum og frítíðarundirvísing.

 

Um starvið

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum saman við toyminum fer at hava hesar høvuðsuppgávur:

•         virka fyri førleikamenning av leiðslunum í fólkaskúlanum

•         veita skúlaleiðslum ráðgeving og vegleiðing í leiðsluuppgávuni

•         skipa og tryggja góða starvsfólkarøkt av leiðslum skúlans

•         skipa fyri økisfundum og regluligum netverksfundum

•         at viðgera og taka avgerð í viðkomandi fyrisitingarligum málum á økinum, sum vera løgd til fulltrúan at umsita

•         leiða og vera virkin í tvørgangandi verkætlanum og menningararbeiði innan økið

•         aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til fulltrúan og toymið

 

Førleikakrøv

Vit vænta, at okkara nýggi starvsfelagi:

·         hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan starvsøkið

·         hevur gott innlit í gerandisdagin í fólkaskúlanum

·         hevur góð samstarvsevni, er liðspælari og eisini kann arbeiða sjálvstøðugt

·         er tænastusinnaður

·         kann orða seg skjótt og greitt í skrift og talu á góðum føroyskum máli

·         hevur vilja og evni at ganga nýggjar leiðir

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður lýst til setanar frá 1. august 2024 ella skjótast til ber.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Ítøkiliga flokkingin verður sett eftir útbúgving og royndum.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 27. mai 2024 kl. 12.00.

 

Umsóknin verður stílað til:

Undirvísingarstýrið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 9

110 Tórshavn

ella við t-posti: undirvising@uvs.fo 

 

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra, tlf. 555045.

 

Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólka-miðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikkskúlaskipanin og Vegleiðingarstovan partar av stýrinum. Undirvísingarstýrið stendur fyri menningini av Kervi+ og Skúlanet. Í Undirvísingarstýrinum starvast 31 fólk

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.